Tekniski Skúlin í Klaksvík


Í sambandi við at útbúgvingartilboðið ísv matvøruútbúgvingina er økt, er tørvur á at raðfesta hølisviðurskiftini til matvøruútbúgvingina. Í hesum sambandi verða umstøðurnar til HF eisini bøttar nú, Tekniski skúli verður út- og umbygdur fyri at rúma hesum báðum útbúgvingartilboðunum. Verkætlanin fevnir um víðkan og tillaging av Tekniska Skúla í Klaksvík fyri at útvega nøktandi hølisviðurskifti til Hægri Fyrireikingarskeið ‘HF’ og Matvøruútbúgving ‘MVÚ’ umframt dagføring av umstøðum til samlaða virksemi á skúlanum.

Byggiánari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Arkitektar 99, HMP Consult, PB-Consult og KJ Elráð