Móttøka

Bjóðað verður til móttøku

Ættarliðsskiftið í SMJ hevur verið í gongd í eina tíð, og nú verður næsta stigið tikið. Árni Jakobsen, sum hevur starvast hjá SMJ í 35 ár, harav 19 ár sum stjóri, fer frá sum stjóri og verður arbeiðandi nevndarformaður. Árni fer framvegis at hava sína dagligu gongd á skrivstovunum hjá SMJ.

Í november í fjør gjørdist Pætur Jakobsen stjóri saman við Árna, sum ein liður í ættarliðsskiftinum í fyritøkuni. Næsta stigið í ættarliðsskiftinum er nú tikið, og
Johan J. Joensen, sum hevur starvast hjá SMJ seinastu fýra árini sum verkætlanar- og deildarleiðari, gerst stjóri saman við Pæturi.

Í hesum sambandi verður boðið til móttøku í hølum felagsins á Hoyvíksvegi 5 fríggjadagin 23. september kl. 14-17 – øll eru vælkomin.

SMJ hevur verið í støðugari menning ígjøgnum tey síðstu tíggju árini. Nú umfatandi arbeiðsøkini Bygging, Orku, Aling og Vatn. Vit fluttu í nýggj hølir á Hoyvíksvegi 5 í apríl í 2020, og umframt skrivstovuna í Havn hava vit eisini skrivstovu í Klaksvík og í Keypmannahavn. Tað starvast 40 væl útbúgvin starvsfólk hjá SMJ. Umframt at arbeiða við uppgávum í Føroyum, hava vit eisini fleiri uppgávur í grannalondunum.