Søgan

Virkið S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur sá dagsins ljós í august 1969.
Sofus Martin Jakobsen, sum stovnaði virkið var ættaður úr Klaksvík og hevði verið uttanlands í nógv ár. Har hevði hann nomið sær verkfrøðingaútbúgving á Polyteknisk læreanstalt á Nørrebrúgv í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur starvaðist hann hjá ráðgevandi verkfrøðingunum, Birch & Krogboe og síðani Johannes Jørgensen.

Sofus Martin Jakobsen

Sofus Martin Jakobsen

Eftir at hava nomið sær hollan kunnleika innan yrkið flutti Sofus heimaftur til Føroya við konuni, Agnas Jakobsen, og synunum og stovnaði virkið: S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur. Endamálið var – og er enn tann dag í dag – at veita eina dygdargóða tænastu innan ráðgevandi verkfrøði, ið er tillagað føroyskum viðurskiftum. Hann var samstundis millum teir fyrstu í Føroyum, ið slóðaði innan ráðgevandi virksemi.

At byrja við var tað serliga rørskipanir, vatnveitingar og umhvørvistiltøk, ið vóru á dagsskrá. Flestu uppgávurnar fyrstu árini fevndu um arbeiðsøkini HVS og Ventilatión, men í tráð við, at verkætlanirnar gjørdust fleiri í tali, og tørvurin á ráðgeving var víðfevnandi, so vóru fleiri onnur arbeiðsøki løgd afturat teimum verandi.

Fyrsta verkætlanin hjá S. M. Jakobsen var ítróttarhøllin á Hálsi. Umframt ítróttarhøllina, so hevði felagið stórt virksemi gjøgnum 70-árini, har nevnast kunnu verkætlanir so sum Sandoyar Meginskúli, Tjaldursapotek og Útvarpshúsið. Ein av heilt stóru uppgávunum hjá Sofusi var at veita ráðgeving til nýggja Vatnverkið í Villingadali, ið farast skuldi undir í 1984.

Í 1982 bleiv partafelagið, P/F Sofus M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingar sett á stovn, og hetta navnið bleiv brúkt næstu 32 árini. SMJ er ein familjufyritøka, og í 1987 gjørdist sonur Sofusar, Árni Jakobsen, partur av starvsfólkahópinum. 

Vaksandi byggivirksemi í Føroyum hesi árini førdi við sær, at tá flest fólk vóru á teknistovuni í 1989, vóru tey 13 í tali, bæði verkfrøðingar og tekniskir hjálparar. Búskaparkreppan fyrst í
90-árunum førdi við sær, at virksemi hjá SMJ minkaði niður í nærum onki, og vóru tá bert fá starvsfólk í felagnum. Við tíðini byrjaði virksemi hjá SMJ so smátt aftur at vinda uppá seg. Felagið mentist støðugt aftur, og uppgávurnar gjørdust fleiri í tali. Bjarni Jakobsen, eisini sonur Sofusar, byrjaði í 90-árunum og arbeiddi í fleiri ár í felagnum. Millum mongu verkætlanirnar hesi árini ber til at nevna útbyggingin av Landssjúkrahúsinum, umbyggingin av bygninginum hjá Tryggingarfelag Føroya og nýggi bygningurin hjá Sjónvarp Føroya. Afturat verkætlanunum um hetta mundi, so var eisini í 2002-2004 farið undir at projektera “Klingruna,” sum var nýggi stásiligi bygningurin hjá Føroya Tele, har Árni Jakobsen var ásettur sum projekteringsleiðari. Í 2003 tók Árni Jakobsen við sum stjóri í fyritøkuni eftir Sofus. Seinni sama ár doyði Sofus brádliga beint undan jólum.

Fyritøkan mentist støðugt, og í 2007 flutti SMJ inn í størri hølir á J.H. Schrøtersgøtu. Menningin helt fram, tá SMJ í 2013 keypti fyritøkuna KJ-Elráð. Hetta førdi við sær, at umframt at veita ráðgeving innan HVS og Ventilatión, so gjørdist SMJ eisini kappingarfør innan El-ráðgeving. Hetta sama árið varð eisini brunaráðgeving skipað sum arbeiðsøki, har starvsfólk numu sær viðkomandi eftirútbúgving, og RM-bólkurin gjørdist partur av SMJ.

SMJ hevur altíð strembað eftir at veita kundunum eina dygdargóða tænastu, samstundis sum miðja verður eftir at leggja afturat verandi serkunnleika við nýggjari vitan. Við tíðini hevur fyritøkan støðugt víðkað sín sjónarring innan ráðgeving, so hon framhaldandi megnar at veita kundunum ráðgeving innan flestu økir.

Tey seinastu árini hevur SMJ lagt nógv fyri at menna sína vitan innan alivirksemi, við tí fyri eyga at kunna vera við til at menna føroyska laksaaling. Í hesum førinum,  hevur fjøltáttaði serkunnleikin í starvsfólkatoyminum hjá SMJ givið fyritøkuni møguleikan at veita ráðgeving, ið er grundað á samspælið millum lívfrøðiliga- og tøkniliga vitan.

 

Sofus Martin & Árni Jakobsen

Í 2014 gjørdist sonur Árna, Pætur Jakobsen, partur av fyritøkuni, og hevur hann í stóran mun staðið á odda fyri, at SMJ hevur ment seg innan ráðgeving til hesa vinnuna. SMJ hevur verðið við í nógvum stórum verkætlanum seinastu árini innan alivinnuna, so sum smoltstøðirnar hjá Bakkafrost við Strond, Norðtoftir og Viðareiði, umframt útbyggingina av framleiðsluvirkinum á Glyvrum. Um hesa tíðina bleiv navnið frá P/F Sofus M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingar til SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar.

Í 2018 bleiv Johan J. Joensen settur í stsarv sum verkætlanarleiðari, og seinni sum deildarleiðari og partur av leiðsluni. Hann hevur verið ein stór partur av menningini seinnu árini.

Afturat mongu stóru verkætlanunum innan alivinnuna, sum SMJ hevur verðið ein partur av seinastu árini, so eru uppgávurnar blivnar støðugt fleiri í tali og alsamt fjølbroyttari. Dømi um mongu verkætlanirnar eru nýggi sjúkrahúsbygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, útbyggingarnar hjá SEV umframt mongu skúlarnir, ið eru bygdir seinastu árini, studentaskúlin Glasir, skúlin á Fløtum, skúlin á Skúlatrøð og skúlin í Fuglafirði. Hetta eru alt verkætlanir, har SMJ hevur havt ein týðandi leiklut.

Mongu uppgávurnar, ið SMJ hevur veitt ráðgeving til í Føroyum hevur ført vaksandi útlendskan áhuga við sær. Umframt, at SMJ í dag veitir sínar tænastur í Føroyum, so hevur fyritøkan eisini tikist við verkætlanir í grannalondunum, Ísland, Danmark, Grønland og Noreg. Fyritøkan hevur tvær skrivstovur í Føroyum, í Tórshavn og Klaksvík, umframt eina skrivstovu í Keypmannahavn.

Eftir at hava verðið stjóri í drúgt áramál, og samstundis fyri at taka næsta stigið í ættarliðsskiftinum, so varð samtykt í 2022, at Pætur Jakobsen og Johan J. Joensen gjørdust stjórar í SMJ, meðan Árni Jakobsen varð nýggjur nevndarformaður. 

Pætur Jakobsen, Árni Jakobsen og Johan J. Joensen avmyndaðir til móttøku hjá SMJ í samabnd við ættarliðsskifti.