Vága floghavn


Vága Floghavn skrivaði í januar 2011 út kapping um heildarráðgeving í sambandi við um- og útbygging av farstøð í Vága Floghavn. 4 samtøk luttóku í kappingini, og vann FAERPORT samtakið kappingina. 17. juni skrivaði FAERPORT undir avtalu við Vága Floghavn um at standa fyri heildarráðgeving, nú farstøðin skal projekterast og bjóðast út. Íblásturin til nýggju farstøðina hjá P/F Vága Floghavn er komin frá bretsku barakkunum, sum vóru bygdar í Føroyum undir krígnum. Tann eyðkendi bogin, sum barakkirnar høvdu, er nútímansgjørdur, og samstundis sær farstøðin út sum ein altjóða fráfaringarhøll. Umframt farstøðina verður ein tænastubygningur bygdur, sum skal hýsa umsiting hjá Vága Floghavn, Atlantic Ariways, Posta og Taks. Ein partur av tænastubygninginum verður sløkkiliðstøð og garasjur hjá kavaruddingarmaskinum. Bygningarnir eru 6600 fermetrar tilsamans.Tað eru fleiri myndir á heimasíðunum hjá SNA og Árni Winther Arkitektar. Sí brot úr Degi og Viku niðanfyri.

Byggiharri: Vága floghavn
Ráðgevarar: FAERPORT samtakið (Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektur, LBF, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar umframt Cowi sum undirráðgeva)