Vindmyllur til framleiðslu av ravmagni


Elveitingareftirlitið bjóðaði út “Loyvi til framleiðslu av ravmagni úr vindorku” í mai 2010.
Eitt av feløgunum, ið luttóku, var samtakið millum Effo og Navia. 11. februar varð umsókn latin inn til Elveitingareftirlitið.
Søkt varð um at gera 3 vindmyllur í Neshaga.

SMJ luttók sum ráðgevi og samskipari fyri samtakið millum Effo og Navia.

Byggiharri: Effo og Navia
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: Útbjóðing 2011