Einki úrslit

Okkara fólk

Starvsfólkini á SMJ eru ymisk, ungdómur og tilkomin, føroyingar og útlendingar. Dentur verður lagdur á gott samanhald. Starvsfólk okkara arbeiða ofta leingi í fyritøkuni. Starvsfólkini eru væl umtókt hjá einum møg. næsta arbeiðsgevara.
Starvsfólkini taka stóra ábyrgd, fáa stórt frælsi og hava góðar treytir.

Vit broyta lond og lív – eina verkætlan í senn. Vit skapa umstøður til betri gagnnýtslu av tilfeingi, til trivnað í bygningum, til ídnaðarvirki at framleiða og til minni umhvørvisliga árin.

Sambært Petur Martin eru arbeiðsuppgávurnar bæði spennandi og mennandi. Hann hevur uppgávur í Íslandi, Danmark og Føroyum, og honum dámar at ferðast í arbeiðsørindum nú og tá og møta nýggjum fólkum.

Hitt Petur Martin

Petur Martin byrjaði hjá KJ-elráð í 2008 og hevur arbeitt í felagnum síðani, eisini eftir at KJ-elráð og SMJ løgdu saman í 2014.

Dagliga arbeiðir Petur Martin við verkætlanarleiðslu, automatión, so sum BMS/CTS og SRO, og annars við el sum heild.

Til tíður fyllir verkætlanarleiðsla meira, har hansara uppgávur ofta eru at samskipa og leggja til rættis, og at hava samskifti við kundar og vinnuna sum heild. Aðrar tíðir fær hann møguleika at fordjúpa seg í tí, sum er hansara sergrein. Hann sigur, at tað besta við at arbeiða hjá SMJ er, at arbeiðið er sera fjølbroytt, og uppgávurnar eru spennandi og avbjóðandi.

Petur Martin hevur verið við, tá tey einans vóru trý fólk hjá KJ-elráð, og til hann nú hevur fleiri enn 50 starvsfelagar, eisini í ymiskum londum. Hann lýsir ferðina sum spennandi og hugaliga, og er errin av at hava verið partur av gongdini seinastu árini.

Hitt Kristian

Kristian er verkfrøðingur, og arbeiður á skrivstovuni í Tórshavn. Hann er útbúgvin maskinverkfrøðingur á Aarhus Universitet, kom í starvsvenjing hjá SMJ í 2020 og fekk síðani fast starv.

Dagliga arbeiðir Kristian við aliverkætlanum, har hann er við til at projektera RAS-skipanir og tilhoyrandi stuðulsskipanir til smoltstøðir í Føroyum og í grannalondunum. Við støði í útbúgvingini hevur Kristian ment seg til at taka stóra ábyrgd í uppbyggjan av skipanum á smoltstøðum.

Kristian er sera stinnur í BIM, har hann millum annað hevur stóra ábyrgd fyri, hvussu SMJ skipar seg í eitt nú Revit. Hann vísti tíðliga, dirvi og áræði at standa á odda fyri hesum og hjálpir dagliga sínum starvsfeløgum við BIM/IKT viðurskiftum. Hann hevur ábyrgd av innanhýsis BIM/IKT netverks-bólkinum.

Tað eru nógvar áhugaverdar og fjølbroyttar uppgávur. Vit hava sera góðar umstøður og felagsskapurin á arbeiðsplássinum er góður. Tað er bæði pláss fyri tí álvarsama í arbeiðsuppgávunum, og teimum stuttligu løtunum.

Tínir fyrimunir

Góðar treytir

Vit hava góð lønarviðurskiftir, tryggingar, javnvág ímillum arbeiðslív og frítíð. Eisini hava vit gjørt nógv burturúr at hava góðar umstøður at virka í.

Minst 6 vikur frítíð um árið. Møguleiki er eisini at arbeiða skiftandi tíðir, alt eftir hvat passar tær best.

Menning

Tín menning er okkara menning. Uppgávurnar og tíni mál laga seg til hvørt annað, og royndirnar í hvørji verkætlan geva tær bestu fyritreytir til eina mennandi yrkisleið.

Broyta heimin

Saman við tínum starvsfelagum broytir tú heimin, eina verkætlan í senn. Títt íkast ger stóran mun og er við til at gagnnýta, endurnýggja, byggja og framleiða á ein betri hátt enn áður. Hetta gera vit saman við okkara kundum í Norðanlondum.

Starvsfólkamenning

Vit leggja dent á at viðurkenna og menna dygdirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Hetta er týdningarmikið, tí hvør einstakur hevur ymiskar orsøkir til, hví tey valdu júst sína yrkisleið. Við at skilja og virðismeta hesar ymiskleikar kunnu vit betri stuðla hvørjum einstøkum. Tað er avgerandi fyri okkum, at einstaka starvsfólkið kennir seg virt og stuðlað í starvinum.

Sært tú ikki tað,
tú leitar eftir?

Vit eru altíð áhugaði, at hoyra frá fólki, sum hava áhuga í SMJ. Tì skalt tú ikki halda teg aftur at seta teg í samband við okkum.

Starvsfólkini eru miðdepilin hjá SMJ. Vit ganga uppí at samanseta okkara toymi við viðkomandi fakligum kunnleika og persónligum eginleikum.

Vit eru altíð áhugaði í at hoyra frá fólki, sum hava áhuga í SMJ. Tá tú vendir tær til okkara, send okkum upplýsingar um útbúgving, prógv og CV, og fortel um tínar persónligu eginleikar og motivatión fyri at venda tær til okkara.

Vit bjóða eisini lestrarstørv og starvsvenjing, umframt samstarv um uppgávur undir hægri lestri.

Send umsókn til [email protected].

Gerst partur av toyminum

Vit vilja fegin hoyra frá tær, sum hevur áhugað at gerast partur av toyminum. Ring ella skriva til stjórar okkara, Pætur ella Johan.

Pætur, telefon 233500 og teldupost [email protected]
Johan, telefon 233540 og teldupost [email protected]