Fjarhitamiðstøðin í Klingruni


Nýggja hitamiðstøðin hjá Fjarhitafelagnum í Klingruni verður við grønari orku. Um tann tøka orkan frá Brennistøðini og Sundsverkinum ikki røkka til, er ætlanin, at ein el ketil og stórar hitapumpur skulu veita orku inn á fjarhitaskipanina. Ein vatngoymslutangi á 2.000 m³ skal goyma yvirskotsorkuna í fjarhitanetinum.

Byggiharri: Fjarhitafelagið
Ráðgevarar: SNA, LBF, SMJ Ráðgevandi verkfrøðinga