Skúlin við streymin


Sunda Kommuna byggir nýggjan skúla í tveimum hæddum við skúlastovum, bólkarúmum, bókasavni, starvsfólkarúm, skrivstovur, og rúm til lærarafyrireiking. Eisini inniheldur skúlin eina ítróttarhøll. Nýggi skúlin verður bygdur upp í gamla skúlan. Samlaða gólvvíddin á nýggja skúlanum er um 3.000m2.
SMJ hevur verið við til at gjørt brunaprojektið fyri bygningin.

Byggiharri: Suna Kommuna
Høvuðsarbeiðstakari: Jóan Petur Vang
Jørðarbeiðstakari: HZ Gravimaskinur
Ráðgevarar: Brim arkitektar, LBF, PB Consult, Steingrund akustik og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar.