Einki úrslit

Víðkan av Vágsverkinum

Til tess at nøkta el-tørvin í Suðuroynni varð orkumátturin á Vágsverkinum øktur fyri nøkrum árum síðani. Talan var um at víðka Vágsverkið við einum motori, umframt at el-net, rørskipan, dagtangahús, tangagarður og bygningar vórðu dagførd.

SMJ hevði byggi- og projekteringsleiðsluna av verkinum. Eisini luttók SMJ sum týðandi samstarvspartur hjá SEV og PAP í samráðingunum um val av motori.

Árstal
2014
Byggiharri
SEV
Arbeiðstakari
Articon
Ráðgevarar
SMJ, PAP, LBF og SNA

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Vilt tú vita meir um verkætlanina, ella hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Bruni